Faça login para habilitar sua assinatura e dê adeus aos anúncios

Fazer login
exibições de letras 46

Jallgríms kvæði

Hamradun

Eina veit eg rímuna
Gjørd við nýtum orðum
Jallgrímur og Havgrímur ræðu fyri í forðum
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva
Jallgrímur og Havgrímur, ræðu við búnum brandi
Hin var sær á Upplondum, men hesin á Bjarmalandi
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva
Løgdu sær so ráðini við
Sum fornir gjørdu í forðum
Tað skal eingin kongur stýra her um Heroyar norður
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva
Har komu niður á Bjarmaland f immti riddarar
Reystir, tá svaraði Havgrímur: Hvørjir eru hesir gestir?
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva

Svaraði ein av sveinunum
Smíldist undir lín:
Haraldur kongur av Noregi sendi meg til tín
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva
Kongurin hevur oss higar sent
Ikki við so blíðum
Antin skalt tú landið skatta ella ímóti stríða
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva
Havgrímur so til orða tekur, mælir tunga at inna:
Her hevur eingin skattur gingið alt tað, ið frægir minnast
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva
Eg eri alin á Bjarmalandi, giti ei landið skatta
Ikki skal hann Haraldur kongur fregna tað og frætta
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva
Bóru burt hans borðbúnað
Gjørt var av silvuri reina
Takið nú tann høvdinga, og berið út á teinum
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva
Løgdu teir hendur á Havgrím unga, ætlaðu út at bera
Hann vá upp sín bitra brand, ið væl kundi brynjur skera
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva

Adicionar à playlist Tamanho Cifra Imprimir Corrigir Enviar tradução

Comentários

Envie dúvidas, explicações e curiosidades sobre a letra

0 / 500

Faça parte  dessa comunidade 

Tire dúvidas sobre idiomas, interaja com outros fãs de Hamradun e vá além da letra da música.

Conheça o Letras Academy

Enviar para a central de dúvidas?

Dúvidas enviadas podem receber respostas de professores e alunos da plataforma.

Fixe este conteúdo com a aula:

0 / 500

Posts relacionados Ver mais no Blog


Opções de seleção